
Leygardagin verður hátíðarhald í Nólsoy í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan listamálarin Steffan Danielsen varð borin í Heim. Minnispláta verður avdúkað og røður og sangur verða.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum bjóðar vælkomin í Krókagøtu í Nólsoy, har Leif Hansen stendur fyri sanginum og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevndini, fer at halda røðu.
Síðan fer borgarsjtórin av avdúka minnisplátuna, og aftaná at nólsoyingar hava sungið, bjóðar kommunan ein drekkamunn í Royndarhúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 14. Ternan siglir undan og eftir hátíðarhaldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald