Í dag, týsdagin 10. oktober klokkan 15, verður hátíðarhald við Landsbókasavnið, har minnisvarðin, "Móðurmálið", verður sýndur fram
Tað er heimasíðan hjá Fróðskaparsetur Føroya, ið skrivar, at minnisvarðin yvir V.U. Hammershaimb, "Móðurmálið" nú er reinsaður. Framsýning og kaffi verður Landsbókasavninum á - 75 ár eftir at minnisvarðin upprunaliga varð reistur.
Tað var Janus Kamban, sum legði standmyndina úr hondum. Hon fekk navnið "Móðurmálið", tí Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Tað var Janus Djurhuus, skald, sum upprunaliga avdúkaði minnisvarðan í 1948, og reglur úr yrking hansara til Hammershaimb, "Fáir finnast frægir her á foldum", eru ristaðar í varðan.
- Tað eru Almanna- og mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið, sum í felag hava átikið sær at fáa standmyndina reinsaða. Tjóðsavnið hevur ráðgivið, og serfrøðingar í konservering og gróthøgging hava staðið fyri arbeiðinum. Í samstarvi við Tjóðsavnið og Listafelag Føroya eru áhugaverdar myndir og annað tilfar funnið fram til eina framsýning á Landsbókasavninum, skrivar setur.fo.
Fyrst á skránni fyri hátíðarhaldið í dag er røða, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur. Síðani verður sangur, myndatøka og framsýning og kaffi á Landsbókasavninum.
Byrjað verður klokkan 15. Til ber at lesa grein í Skúlablaðnum frá 1948, tá standmyndin upprunaliga varð avdúkað her.
Mynd: setur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald