
Mikudagin 14. mai fara Vinafelagið Føroyar-Ísrael og ICEJ Føroyar at hátíðarhalda tjóðardag Ísraels.
Í ár eru tað 77 ár síðani, at Ísrael varð endurreist tann 14. mai 1948, og í hesum sambandi verður hátíðarhald við sangi og røðum verður á Tinghúsvøllinum í Havn.
Á tiltakinum verður kendi tíðindamaðurin Jotam Confino við á stórskíggja. Hann fer at greiða frá um støðuna í Ísrael og í Miðeystri.
Jotam Confino er hálvur dani/hálvur ísraeli, hann er uppvaksin í Danmark men hevur búð tey seinastu árini í Ísrael. Hann er javnan at síggja, sum viðmerkjari á stórum tíðindarásum eins og BBC, CNN, CBS, Sky News, Haatetz, BT o.ø..
– Hóast hetta er ein gleðidagur, liggja enn døkk skýggj yvir tjóðini, sum framvegis kennir sorg og trongd eftir ræðuligu yvirgangsatsóknina tann 7. oktober 2023.
Pinkubørn, børn, ung, vaksin og eldri vórðu myrd, og yvir 251 menniskju tikin sum gíslar inn í Gaza. Nú 19 mánaðir seinni, sita 59 gíslar enn í myrkum tunlum undir jørð. Bert 21 av teimum verða mett at vera á lívi, skriva Vinafelagið Føroyar-Ísrael og ICEJ Føroyar.
– Um hesa tíðina í fjør høvdu vit vitjan av einum beiggja at gísla, sum framvegis vónaði at fáa hann heimaftur á lívi. Tann 3. mars í ár kom hann heim til Ísraels í kistu, dripin ímeðan hann sat sum fangi í Gaza.
– Vit hava ikki gloymt gíslarnar og teirra avvarandi, og biðja framvegis fyri teimum øllum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald