
Hetta vikuskifti, 7. - 9. mars verður hátíðarhildið, at Sunda kommuna nú hevur 20 ár á baki.
Fleiri kommunur blivu til eina í 2005, og fevnir Sunda kommuna um ellivu bygdir.
Byrjað verður í morgin frá klokkan 13, har kaffi. lagkøka og annað er at fáa á kommunuskrivstovuni. Um kvøldið er Pubquiz í Eydnuni.
Sunda kommuna skrivar eisini, at brunch fyri øllum borgarum verðuri í bygdarhúsinum í Hósvík leygardagin. Ruben Busk ger matin.
Fyrilestur við Sámal Matras Kristiansen og sangur verður um kvøldið við Margáir, áðrenn endað verður við stórum hoppilandi í høllini í Skúlanum við Streymin sunnudagin seinnapartin og út á kvøldið.
Sunda kommuna staðfestir, at øll tiltøkini eru ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald