Í 1973 vitjaðu fyrstu KFS-skrivarar í Føroyum. Eitt av úrslitunum av hesum vitjanum varð stovnanin av einum bíbliubólki fyri lesandi. Í ár eru 50 ár liðin, og leygardagin, 21. oktober, varð hetta hátíðarhildið við einum føðingardegi í Lívdini í Hoyvík.
Trúboðin greiðir á heimasíðu sínari frá, at KFS hevur verið sæð sum tað sama sum andaktirnar, ið vórðu hildnar á skúlunum í Hoydølum og í Gøtu.
- Andaktirnar byrjaði í grundini ikki fyrrenn KFS hevði virkað í Føroyum í fimm ár. Felagsskapurin, andaktirnar og legurnar, sum KFS hevur bjóðað, hava gjøgnum árini verið til stóra gleði og signing fyri túsundtals ung á landsins skúlum.
Mynd: trubodin.fo
Ragnhard Petersen úr Fuglafirði hevur leingi verið dagligur leiðari/samskipari í KFS Føroyar (Mynd: trubodin.fo)
Mynd: trubodin.fo
KFS hevur sum endamál at menna sítt arbeiði á nýggjar hættir. Her er seliga talan um sonevnda lærusveinaskúlan Sendiboð, sum hevur nøkur ár á baki: Hvønn mánadag samlar ung úr øllum landinum til undirvísing í lærusveinaskapi. KFS er nú eisini virkið á Fróðskaparsetrinum.
– Heimamissiónin ynskir KFS hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum, og vit gleðast um stóra arbeiðið, ið verður gjør. Samstundis skal ljóða ein stór tøkk fyri tað arbeiði, sum KFS ígjøgnum árini hevur gjørt fyri at luta evangeliið við okkara ungu. Nógv kunnu hyggja aftur á tað, tey fingu ígjøgnum KFS, við stórum takksemi – eg sjálvur íroknaður. Vit ynskja tykkum Guds ríku signing yvir arbeiðið framyvir.
Hetta sigur sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, við trubodin.fo. Har kunnu allar myndirnar frá tiltakinum leygardegnum síggjast.
Mynd: trubodin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald