Týsdagin var komið hálvan veg við at bora tunnilin til Famjins, ið verður umleið 1.200 metrar langur.
Arbeiðið við tunli millum Øravík og Fámjin byrjaði fyri góðum ári síðani. Fyrsta skotið til sjálvan tunnilin var skotið 16. november í fjør. Høvuðsarbeiðstakari er Pf J&K Petersen við Metrostav AS sum undirveitara. Høvuðsráðgevi er Pf. LBF.
Omanlop seinkaði ætlanini
Jarðfrøðiligu viðurskiftini hava verið avbjóðandi, og 16-17. apríl 2023 var eitt stór omanlop í tunlinum, ið viðførdi, at arbeiðið bleiv seinkað umleið átta vikur og hevur viðført eyka kostnaðir.
18. juli var so komið hálvan veg við at bora tunnilin, ið verður umleið 1200 metrar.
Eisini er forskeringin ella inntakið og arbeiðsvegurin Famjinsmegin við at verða klár.
Um alt gongur gott er væntandi, at komið í gjøgnum við tunlinum í november í ár, og ætlandi verður tunnilsverkætlanin, íroknað vegbreyt, tøkni- og trygdarskipanir og tilhoyrandi vegir og íbindingar í Øravík og Fámjin, avhendað seint á heystið 2024, skrivar Landsverk á heimasíðuni.
Her verður tunnilsmunnin Famjinsmegin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald