Innanlands

Hava dagført spæliplássini á Toftum

Nýggjur útbúnaður er komin. Tað er Innspark, sum er veitari

Fyrrapartin í gjár var fundur á kommunuskrivstovuni, har Hans Korsgaard, stjóri í Innspark, avhendaði arbeiðini til Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu.

Fyrrapartin í gjár var fundur á kommunuskrivstovuni, har Hans Korsgaard, stjóri í Innspark, avhendaði arbeiðini til Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu.

2024-10-01 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vár samtykti býráðið í Nes kommunu  at taka av tilboði frá Innspark um at keypa nýggjan útbúnað til spæliplássini í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði.

Heimasíðan nes.fo skrivar, at ein heildarætlan er fyri útiøkið við skúlan, og í summar varð so fyrsta byggistigið framt í sjálvum skúlagarðinum. Talan er samanlagt um eina sera stóra íløgu, og tí er neyðugt at taka hetta í stigum.

- Í Barnagarðinum varð annars byrjað í fjør, og í summar varð so hildið fram. Nú er eisini komin nýggjur útbúnaður til vøggustovuna.

- Í fjør varð eisini ein stór íløga gjørd í spæliplássið í nýggja Frítíðarskúlanum. Innspark var eisini veitari.

Við hesum íløgum ynskir býráðið at raðsfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá ið tey eru uttandura, skrivar kommunan.

Fleiri myndir síggjast á nes.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder