placeholder
Uttanlands

Hava funnið gamalt víkingaskip í Noregi

Finningurin kann hava stóran søguligan týdning

Soleiðis sær myndin av skipinum út á myndini frá georadaranum (Mynd: NRK)

Soleiðis sær myndin av skipinum út á myndini frá georadaranum (Mynd: NRK)

2018-10-15 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðmenn halda seg hava funnið leivdir av einum víkingaskipi, sum kann sammetast við kendu finningarnar av heimskendu víkingaskipunum í Oseberg og Tune.

- Hetta er stórbært og ógvuliga sjáldsamt. Vit funnu Osebergskipið í 1904. Hetta er ein heimssensasjón. Fyri ein fornfrøðing er hetta tað størsta, sigur Morten Hanisch, ið er fylkisfornfrøðingur í Østfold við NRK.

Staðið er við Jellhaugen í Halden kommunu, har tey við hjálp av georadara hava funnið fram til eitt víkingaskip, hús og fleiri gravheyggir, skrivar NRK. Halden er økið suðureystan fyri Oslo, heilt oman móti markinum til Svøríkis.

- Vit eru vís í, at tað er eitt skip, ið liggur har, men hvussu væl tað er varðveitt, ber illa til at siga áðrenn tað er kannað nærri, sigur Hanisch.

Tey trý stóru víkingaskipini, sum higartil eru funnin í Noregi, eru Gokstadskipið, Osebergskipið og Tuneskipið. Tey eru øll varðveitt á Vikingskipshuset á Bygdøy í Oslo.

Tað eru fornfrøðingar hjá NIKU, Norsk institut for kulturminneforskning, sum hava funnið leivdirnar við at brúka sokallaðan georadara.

Talan kann verða um søguligar finningar, heldur Knut Paasche, leiðari fyri NIKU.

- Hetta sær sera spennandi út. Vit hava bert trý væl varðveitt skip frá víkingatíðini her á landi, so hetta kann fáa stóran søguligan týdning, sigur hann í tíðindaskrivi.

Myndirnar av skipinum benda á, at tað er 20 metrar langt. Til sammetingar var Osebergskipið 21 metrar, Gokstadskipið 23 og Tuneskipið 19 metrar langt.

Umframt skipið, er georadarin eisini komin fram á leivdir av átta higartil ókendum gravheyggjum og fimm langhúsum í økinum. Tey vita, at búsetingar hava verið í økinum nærhendis Jellhaugen í Halden. Í 2015 funni tey til dømis eitt 1500 ára gamalt hálsprýði úr gulli nærhendis.

Fornfrøðingar halda, at leivdirnar eru frá tíðarskeiðinum frá umleið 500 til 1030, eisini kallað yngri jarnøld.

Uppdagingin er so stór, at tað í løtuni verður hildin tíðindafundur, sum verður sendur beinleiðis á NRK

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder