Aðalfundurin hjá Føroya Tele samtykti í dag at rinda eigaranum, Føroya Landsstýri, 50 milliónir krónur í vinningsbýti.
Sum tað gjørdist greitt síðst í apríl, var ársúrslitið hjá samtakinum góðar 38 milliónir krónur eftir skatt í 2025.
Í dag varð eisini staðfest, at nevndin er óbroytt, og at Bjarni Arnason heldur fram sum nevndarformaður.
Tað skrivar ft.fo.
- Samtaksnevndin í Føroya Tele fegnast um góðu gongdina, og at samtakið stendur á tryggari fíggjarligari grund bæði í gjaldføri og rakstri.
Sterk fíggjarstøða: Yvir 500 milliónir í eginpeningi
Nevndin góðkendi herfyri samtaksroknskapin, sum var lagdur fram og samtyktur á aðalfundinum í dag. Ársúrslitið, 38,4 milliónir krónur, er góðar fimm milliónir krónur betri enn í 2024, tá ið Føroya Tele hevði 33,1 milliónir krónur í avlopi eftir skatt.
Grundað á sterku fíggjarstøðuna mælti nevndin aðalfundinum til at útluta eigaranum, Føroya Landsstýri, 50 milliónir krónur í vinningsbýti, og hetta varð samtykt.
Føroya Tele hevði 519,1 milliónir krónur í eginpeningi við árslok 2025.
- Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at Føroya Tele, sum fyllir 120 ár 19. november í ár, er í sera góðum formi, staðfestir Bjarni Arnason
- Nevndarformaðurin takkar stjórn og starvsfólkum fyri framúr gott avrik. Hann fegnast um, at Føroya Tele heldur eina trygga kós, og at tað eru góð útlit fyri, at samtakið fær eitt enn betri ársúrslit í 2026.
Allir nevndarlimirnir halda fram eftir aðalfundin í dag. Føroya Landsstýri velur fýra limir í samtaksnevndina, og tríggir nevndarlimir eru starvsfólkavaldir, staðfestir Føroya Tele.
Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, og nevndarlimirnir Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum øll eru tilnevnd av landsstýrinum. Ólavur Simonsen, Finnbjørn Simonsen og Janus Djurhuus eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald