
Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen eru grót harðir. Síðani á middegi í gjár hava teir gingið oman og niðan millum Eiisskarð og Slættaratind.
Ferðin er farin nakað niður, og teir brúka nú hálvan annan tíma niðan og hava nógv longri steðgir.
Klokkan átta vóru teir í gongd við túr nummar 16. Teir siga nú, at útrokningin sigur, at tað ikki verður neyðugt við einum 19. túri fyri at klára Everesting, men at teir kunnu klára tað við 18 túrum, og eini 50 metrum afturat.
Eins og í allan gjár og í nátt, eru fólk sum fylgja teimum í morgun. Summi ganga ein túr og onnur fleiri.
Mynd frá í gjár seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)
Ken Bærendsen her á veg upp á Slættaratind fyri sættu ferð í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Hann væntar, at um tólv tíðina byrja teir upp á síðsta túr.
Vit fylgja við her á Portalinum.
Sí eisini: Myndir: Teir koyra á
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald