Innanlands

Hava higartil innflutt fyri 13 prosent meira enn í 2021

Fyrstu tíggju mánaðirnir av 2022 inffluttu vit fyri 10,5 milliardir krónur – 9,3 milliardir, um skip og flogfør ikki verða tald við – Tað er nakað meira enn í fjør, tá samlaði útflutningurin fyri alt árið var 9,3 milliardir

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)

2022-12-17 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu tíggju mánaðirnir av 2022 inffluttu vit fyri 10,5 milliardir krónur, og tað er 37 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Um skip og flogvør ikki verða tald við, hava vit innflutt fyri 9,3 milliardir krónur – 25 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Innflutningurin fyri alt 2021 var eisini 9,3 milliardir krónur, og tað var metár, og sostatt er innflutningurin fyrstu tíggju mánaðirnar av 2022 13 prosent hægri enn alt 2021, skrivar Hagstovan.

Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri uml. 2,1 milliard krónur – 85,3 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Um sæð verður burtur frá brennievni, stavar vøksturin í innflutningsvirðinum ikki frá innflutningi til beinleiðis nýtslu, men frá innflutningi av tilfari og øðrum til vinnulívið. Vøksturin til beinleiðis nýtslu liggur, sambært Hagstovuni, um eitt prosent, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 20 og 30 prosent fyrstu tíggju mánaðirnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder