Innanlands

Hava innflutt yvir 19 tons av hondspritti

Koronasmittan hevur havt ógvusliga ávirkan á ávís innflutningstøl

2020-08-18 14:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár bóru fleiri miðlar tíðindi frá Hagstovuni um, at nýtslan av handspritti – sokallaðum nýtsluspritti – er hækkað við heili 1.400 prosentum nú korona fór at herja landið.

Les: Nøgdin av spritti vaksin 1.400 prosent 

Onki varð tó nevnt um hvørjar nøgdir, talan er um.

Hagstovan upplýsir, upp á fyrispurning frá Portalinum, at fyrstu seks mánaðirnar í ár innfluttu vit 19.031 kilo av hesum spritti, ið verður brúkt til at sóttdrepa hendurnar við.

Fyrstu seks mánaðirnar í fjør innfluttu vit 1.300 kilo, og tað gevur ein vøkstur á 1.400 prosent.

Í krónum hava vit innflutt fyri 684.000 krónur í ár móti 41.000 í fjør, ein vøkstur á næstan 1.700 prosent. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder