Granskarar hava nú kannað plastikkpetti úr havhestum úr Føroyum og úr albatrossum úr Mukojima Island í Japan. Endamálið var at eyðmerkja evni, sum sjófuglar kunnu verða í størst vanda fyri at fáa í seg.
Vandin fyri, at marinar verur eta plastikk, vekir ørkymlan, tí plastikk inniheldur vandamikil kemisk evni. 194 plastikkpetti funnin í havhestum úr Føroyum og tveimum sløgum av albatrossum frá Mukojima Island, vóru kannað neyvt, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni
Staðfest varð, at pettini innihildu fýra sløg av UV stabilisatorum og tvey sløg av bromineraðum logatálmarum. Styrene oligomers, sum er eitt hjáevni í plastframleiðslu, vóru skrásett við 4.6% í havhesti og 2.1% í albatrossum.
Mongdirnar av UV stabilisatorum spentu frá ‘ikki ávíst’ (not detected) til 1700 μg/g, fyri logatálmarar frá ‘ikki ávíst’ til 1100 μg/g og fyri styrene oligomers frá ‘ikki ávíst’ til – 3200 μg/g. Granskararnir sóu, at hesi kemisku evni vóru varðveit í plastikki, sum flýtur og dettur sundur í havinum, og síðani verður etið av sjófugli. Hetta slagið av flutningi av plastikki kann vera ein beinleiðis kelda til dálking av marinum verum.
Greinin kallast: “Piece-by-piece analysis of additives and manufacturing byproducts in plastics ingested by seabirds: Implication for risk of exposure to seabirds”. Ein samandráttur sæst her.
Høvundarnir eru úr Japan og Hollandi og kallast: Kosuke Tanakaa, Jan A. van Franeker, Tomohiro Deguchi og Hideshige Takadaa. Jens-Kjeld Jensen og Bergur Olsen hava fingið til vega fuglar úr Føroyum. Teir hava samstarvað við Jan A. van Franeker í nógv ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald