Innanlands

Hava rindað 67 milliónir fyri koronakanningarnar

Talan er um pengar, sum landskassin hevur rindað privatum kanningarfyritøkum síðan koronafarsóttin byrjaði

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-08 15:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landskassin hevur higartil rindað 67 milliónir krónur til privatar kanningarstovur fyri at gera kanningar fyri covid-19.

Hetta upplýsir Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, í skrivligum fyrispurningi frá Beintu Løwe úr Tjóðveldi.

Í desember í fjør svaraði landsstýrismaðurin einum líknandi spurningi.

Tá hevði landskassin rindað 28,6 milliónir krónur til privatar fyritøkur. Sostatt hevur kostnaðurin av hesum kanningararbeiði frá í desember til nú, ið kanningarnar við landamarkið vórðu støðgaðar, kostað góðar 48 milliónir krónur.

Hóast kanningarnar á flogvøllinum og umborð á Norrønu nú eru støðgaðar, so verður hildið fram at pota fólk, sum sjálvboðin melda seg til. Sjúkrahúsverkið stendur fyri hesum kanningum, men á farstøðini í Havn er tað privata fyritøkan Thetis, sum ger hetta fyri Sjúkrahúsverkið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder