Á sosialum miðlum hevur seinasta samdøgrið verið nógv kjak um feil í kvittanum hjá Mylnuni í Berjabrekku í Havn.
Dømi eru um, at fólk hava rindað 191 krónur tá rætta upphæddin var 141 krónur.
Mylnan váttar nú feilin, og harmast og sigur at feilurin er staðfestur í tveimum avgreiðslum í einum kassatóli.
- Okkara starvsfólk hava arbeitt við málinum í nátt, og hava sent feilin víðari til okkara veitara. Vit hava funnið feilin í tveimum avgreiðslum, har samanteljingin av upphæddini í avgreiðsluni hevur verið skeiv. Feilurin er íkomin, tá vit hava afturført eina vøru í avgreiðsluni. Talan er um ein tekniskan feil og er bert hendur á tí eina kassatólinum hjá Mylnuni á Berjabrekku.
Veitarin av kassaskipanini, sum hevur uml. 12.000 av somu kassakipan virknar í fleiri londum, hevur fingið feilboðini, og feilurin verður rættaður.
- Vit eru sera hørm um støðuna, og góðtaka ikki, at tílíkur feilur kemur fyri. Vit biðja kundar okkara um umbering og fara sjálvsagt at tryggja, at hesin feilurin ikki hendir aftur, sigur Mylnan.
---
(Skíggjamynd frá Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald