![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava undirskrivað semju
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í morgun skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og komu partarnir í morgun fram til eina semju eftir at hava verið á tveimum fundum.
Ásannandi, at óvissa enn er um búskaparligu framtíðarútlitini í kjalarvørrinum av covid-19, hava partarnir valt at gera ein eitt árs sáttmála, ið sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2019 til 30. september 2020.
Nýggi sáttmálin byggir á eina samlaða lønarhækkan á 2,56 prosent. Lønirnar hækka við 1,56 prosentum pr. 1. oktober 2019, meðan eftirlønin hækkar frá 12,5 til 13,75 prosent.
Harumframt er broyting í skalagongd eisini partur av semjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald