Í vikuni var samkoma í tannlæknastovuni í Tórsgøtu í sambandi við, at Dagny Isaksen og Margrith Simonsen hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í ávikavist 45 og 30 ár.
Til høvið handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Dagny Isaksen gullheiðurstekin Tórshavnar kommunu, og Margrith Simonsen varð heiðrað við silvurheiðurstekini Tórshavnar kommunu, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Dagny Isaksen varð sett í starv sum klinikkassistentur í Barnatannrøktini 15. oktober í 1978, og hevur hon sostatt verið í starvi í barnatannrøktini í samfull 45 ár. Fyri fimm árum síðani fekk hon eisini Dronningens fortjenstmedalje fyri 40 ára trúgva tænastu.
Margrith Simonsen varð sett í starv sum klinikkassistentur í Barnatannrøktini 18. august í 1993, og hevur hon sostatt verið í starvinum í 30 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald