Innanlands

Hava stolið øl og cider frá kaffistovu í Havn

Einar 10 rammur vórðu stolnar, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-11 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um 11-tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið á einari kaffistovu í Havn.

Onkur hevði brotið eitt lás til goymsluna og stolið uml. 10 rammur av øli og cider.

Enn er eingin tikin fyri innbrotið, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt.

– Vit vilja gjarna hoyra, um fólk finna leivdirnar av tí liggjandi onkustaðni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder