
Tað sær ikki út til at tað kemur meira spik rekandi inn enn tað, sum vit løgdu merki til í morgun tá tað bleiv ljóst. Men teir hava ruddað í allan dag, greiðir vakthavandi á Tórshavnar havn frá.
Hann sipar til, at menn frá Tórshavnar havn í allan dag hava tikið spikstykkir upp úr sjónum. Spikstykkir, sum uttan iva eru frá springaradrápinum í Skálafirði sunnukvøldið tá 1.428 springarar vórðu hildnir til.
Sum skilst eru omanfyri 500 kilo av spiki tikin upp í havnini í dag, og framhaldandi koma einstøk spikstykkir rekandi inn í Vágsbotn.
Tað var í gjár, at fólk løgdu til merkis, at spik fleyt í Nólsoyarfirði, og í morgun var tað so rikið inn um Molan.
Fólk frá Tórshavnar havn ruddaðu í Vágsbotni í morgun (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald