placeholder
Innanlands

Hava tveitt 10 milliónir krónur eftir PCR-kanningum higartil í ár

Við hesum kanningartrýstinum, ber ikki til at halda fram leingi afturat uttan, at løgtingið játtar nakrar milliónir afturat

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-20 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað ber ikki til at halda fram leingi afturat við verandi kanningartrýsti. Í øllum førum ikki eftir verandi játtan, sum varð sett av til tríggjar teir fyrstu mánaðirnar av árinum.

Sjúkrahúsverkið hevur higartil í ár gjørt áleið 55.000 kanningar sum svarar til ein kostnað upp á um 10 milliónir krónur.

Í miðal eru 3.020 kanningar gjørdar um dagin á potingarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum. Tað svarar til ein kostnað á 550.000 krónur um dagin.

Seinastu dagarnar hevur miðaltalið tó verið eitt sindur hægri, tí í hesari vikuni hava í miðal 4.135 kanningar verið gjørdar um dagin, upplýsir Sjúkrahúsverkið. Hvør kanning kostar umleið 200 krónur, og sostatt hava hesir seinastu dagarnir í miðal 800.000 krónur um dagin.

Koronukanningar við landamørkini og kanningar, sum verða framdar hjá privatu kanningarstovuni Thetis eru ikki við í hesum tølunum. Har rinda fólk sjálvi.

Á fíggjarlógini fyri 2022 eru 17 milliónir krónur settar av til kanningar umframt tvær milliónir til samskipan av kanningunum.

Sostatt eru tað nú bara sjey milliónir krónur eftir, og við hesari ferðini heldur játtanin ikki mánaðin út. Ein játtan, sum annars ætlað at varða tríggjar teir fyrstu mánaðirnir av árinum.

Nógvir tilburðir eru staðfestir í nýggja árinum. Síðani ársskiftið eru 6584 tilburðir staðfestir í Føroyum. Tað merkir, at 12 prosent av fólkatalinum hevur ella hevur havt koronu í ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder