Innanlands

Hava umvælt og lagt betonglag á

Arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu er liðugt fyri í ár, men tað heldur fram í 2024, boðar Eysturkommuna frá

Ætlanin er at leggja betonglag á restina í 2024. Eisini skulu nýggj ljós setast upp, og nýggj vatnføring leggast

Ætlanin er at leggja betonglag á restina í 2024. Eisini skulu nýggj ljós setast upp, og nýggj vatnføring leggast

2023-10-19 18:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í mai mánaða var farið undir arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu.

Byrjað var at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. Tað arbeiðið er liðugt.

Eftir hetta var farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og síðani leggja nýtt betonglag á. Til seinast er eitt nýtt betonglag lagt á tann innasta partin av gomlu kaiini.

Ætlanin er at leggja betonglag á restina av kaiini kommandi ár.

Eisini skulu nýggj ljós setast upp og nýggj vatnføring leggast. Tað arbeiðið skal alt eftir ætlan verða liðugt í 2024.

Tað er fyritøkan Sp/f Form, sum stendur fyri arbeiðinum.


Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder