Innanlands

Hava umvælt og lagt nakað av betonglagi á

Arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu liðugt fyri í ár, men tað heldur fram í 2024, boðar Eysturkommuna frá

2023-10-16 17:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í mai mánað var farið undir arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu.

Byrjað var at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. Tað arbeiðið er liðugt.

Eftir hetta, var farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og síðani leggja nýtt betonglag á. Og til seinast er so eitt nýtt betonglag lagt á tann innasti partur av gomlu kaiini.

Ætlanin er at leggja betonglag á restina av kaiina kommandi ár.

Eisini skulu nýggj ljós setast upp og nýggj vatnføring leggast. Tað arbeiðið skal alt eftir ætlan verða liðugt í 2024.

Tað er fyritøkan Sp/f Form, sum stendur fyri arbeiðinum.

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder