Innanlands

Hava undirskrivað sáttmála um busskoyring í Eysturkommunu

AP Busskoyring skal røkja bussleiðina í kommununi komandi fimm árini, og fyrstu tvey árini verða møguleikarnir fyri at skifta til el-bussar kannaðir nærri

John Olsen, AP Busskoyring, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu (Mynd: Eysturkommuna)

John Olsen, AP Busskoyring, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu (Mynd: Eysturkommuna)

2022-01-30 09:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturkommuna hevur skrivað undir sáttmála við AP Busskoyring um at røkja bussleiðina í Eysturkommunu komandi fimm árini, og avtalan inniber, at fyrstu tvey árini av sáttmálatíðarskeiðinum verða møguleikarnir fyri at skifta til el-bussar kannaðir nærri.

– Ynskiligt er at ganga grøna vegin, men áðrenn nøkur stór íløga verður gjørd í el-bussar skal hetta kannast nærri fyri at staðfesta hvørjir møguleikar eru og hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar av hesum eru, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuna.

Nýggi sáttmálin inniber, at bussleiðin koyrir fleiri túrar um vikuna, umframt at fleiri túrar verða í summarfrítíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder