Innanlands

Hávaálop hevur oyðilagt allar vónir um met

Róðrið í knúsi orsaka av hávabiti – nú er tað ein spurningur at náa upp land

2020-04-12 21:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Livar Nysted og róðrarfelagarnir umborð á Rose eru komnir í álvarsligar trupulleikar, nú tað eru knappir 900 fjórðingar eftir á mál.

Í løtuni rógva teir uttan róður. Allar vónir um at seta nakað met, eru nú sleptar. Fyri rógvararnar er tað nú vorðið ein spurningur at náa land í øllum góðum.

Tað sá annars gott út. Ferðin var rættiliga góð, og vónir vóru framvegis at náa metið fyri skjótasta rógvitúr úr Afrika til Suðuramerika. Men tann vónin er nú rokin.

Ein stórur hávur, sum fyri nøkrum døgum síðani leyp á bátin, hevur víst seg at hava gjørt nógv størri skaða, enn tað sá út til í fyrstuni.

Les um tilburðin við hávinum her

Í gjár ansaðu rógvararnir eftir, at báturin ikki helt kósina. Sjálvstýrarin varð koplaður frá, og tá roynt varð at stýra við hond, vísti tað seg, at róðrið als ikki riggaði.

Stórur hávur
Ein av rógvarunum, Darragh, leyp á bláman, og kundi staðfesta, at hávurin, ið hevði rent seg inn í bátin nakrar dagar frammanundan, hevði bitið so ógvusliga í róðrið, at tað nú er oyðilagt.

Róðrið mátti takast av og hivast umborð.

Ralph Tuijn, skipari, skrivar, at hann fer at gera eina roynd at bøta um róðrið, men vónirnar eru lítlar. Ikki bara hava teir lítið av neyðugum tilfari til slíkt umborð, men festið, sum róðrið situr í er so mikið illa bognað av hávaálopinum, at tað ikki er vist, at tað fer at eydnast teimum at fáa róðrið á aftur.

Og skiparin staðfestir eisini, at tað hevur verið ein rættiliga stórur hávur, sum leyp á teir.

- Tá eg hyggi eftir bitmerkjunum í róðrinum, kann eg staðfesta, at tað eru um fimm sentimetrar millum tenninar. Og tað sigur mær, at tað hevur verið ein rættiliga stórur hávur. Og so má tað eisini vera, tí annars hevði dýrið ikki kunnað bitið róðrið sundur, staðfestir Ralph Tuijn turrisliga í síni dagføring á Facebook.

Livar við gott mót
Hóast støðan hjá rógvarunum tykist rættiliga álvarslig, so er Livar Nysted úr Hvannasundi – honum so líkt – við gott mót. Livar skrivar soleiðis heim til familjuna:

- Ja eg veit tað ljóðar alvorligt, men soleiðis er tað. Vit eru ikki í neyð, men vit skulu heldur ikki fara for lætt um støðuna vit eru í. Vit arbeiða eisini við at gera róðri aftur, so vit kanska kunnu stýra við hond seinni, vónandi fáa vit tað at rigga.

Rógva øvugt
Hann greiðir eisini frá, at teir nú sita og rógva bátin øvugt.

- Tað sum síðan er hent er, at vit rógva uttan róður. Tað gongur seint, men vit koma rætta vegin. Tað sum er upp aftur løgnari er, at vit rógva bátin øvugt, tvs. vit rógv hann eftir reyv, tí hann styrir nokso væl undan vindinun soleiðis, nokso løgið, men tað riggar. Vit klára umleið tveir fjóðringar um tíman – tað er so betur enn einki. Nú hugsað vit sjálvandi ikki meir um rekordir, men um at koma heim aftur og bjarga fólki og báti.

Áðrenn staðfest varð, at róðrið var oyðilagt, vóru trupulleikarnir hjá skiparanum at fáa neyðugu loyvini at sleppa í land í Franska Gujana, og at tingast aftur og fram við bæði lokalar myndugleikar og uttanríkisráðini heima í Evropa, sum eru innblandað.

Við góðari hjálp frá vinum sá hetta út til at fara at eydnast við vælvild, eitt nú frá einum hotelleigara í høvuðsstaðnum Ceyenne, sum hevur lovað teimum at búgva á hotellinum hóast alt annars er stongt í býnum orsaka av korona-vandanum.

Maturin við at ganga undan
Fyri rógvararnar er spurningurin um korona og tingingar við krakkaveldi av ymsum slag skotnir langt afturum.

Nú ræður um at halda kós, halda ferðini og vóna, at teir vinna upp land, meðan teir enn hava mat umborð.

Ralph Tuijn skrivar soleiðis:

- Ferðin er ikki stór, men kósin er OK og passatvindurin tykist at vera støðugur í ár, og tað mugu vit vóna at hann verður einar tvær vikur afturat, so hann spakuliga kann føra okkum til Ceyenne. Lág ferð merkir, at vit ikki hava nokk av mati. Einastu bátar, vit síggja, er fiskifør. Vit fara at royna at rópa á onkran teirra á VHF’inum, og vita um teir ikki kunnu hjálpa okkum og geva okkum vistir umborð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder