Livar og hinir rógvararnir umborð á Rose eru nú so at siga komnir miðskeiðis millum afrikanska og suðuramerikanska meginlandið. Teir hava nú róð í 34 samdøgur.
Tað gongur væl við rógvingini, men ikki so skjótt, hevur Livar boða frá í sms-boðum til familjuna. Veðrið er gott har teir rógva.
Leiðin gongur í ein útsynning, og um ikki so langa tíð krossa teir 10. breiddarstig norður – teir verða tó alla tíðina norðan fyri miðkringin, tí har er eysturættin galdandi, og harvið viðvindur.
Og innan alt ov leingi nærkast teir eisini punktinum har túsund fjórðingar eru eftir at rógva (Waypoint 2 á myndini, red.), og ”tá byrjar at blíva spennandi”, sum Livar skrivar.
Eitt sindur ivasamt er tó við matinum. ”Vit hava talt matin hjá okkum, og her er akkurát nokk, so vit mugu ansa eftir ikki at eta ov nógv”.
Meðan rógvararnir vóru í truplum umstøðum við Kapo Verde, var ivi sáddur um, hvørt teir fóru at sleppa í land tá og um teir náttu Franska Gujana.
”Vit hava fingið at vita, at vit sleppa inn í French Guyana, um vit vátta, at vit ikki eru sjúkir. Vit skulu fylla okkurt pappír út einar tveir-tríggjar dagar áðrenn vit koma inn har. Vit fáa onkran at hjálpa okkum við tí”, skrivar Livar.
Brest í reyvina
Eitt sindur av dramatikki uppliva teir eisini á ferðini. Nú ein dagin fekk báturin ”ein ordans brest upp í reyvina”, sum Livar tekur til.
Sjálvur var hann staddur í kabinuni, tá buldrið hoyrdist. Hann leyp upp og sá okkurt aftan fyri bátin. Helst hevur tað verið ein stórur hávur, sum hevur forvitnast, skrivar hann, men ongin vandi var á ferð.
Og um náttina, skrivar hann víðari, kann tað vera sum í skotbardaga, tí flúgvifiskar fúka um oyruni á rógvarunum. Onkur er rakturm men tó uttan at hava fingið skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald