- Okkara inniliga áheitan á tykkum tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Tjoðveldi er: Fellið hetta uppskotið um hægri pensjónsaldur! Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.
Tað siga Verkafólk í áheitan til tinglimir, sum er undirskrivað av seks arbeiðarafeløgum. Tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
- Mikudagurin 25. februar verður ein lagnudagur. Tá stendur greitt, um Verkafólk hava umboð á Føroya Løgtingi, ella um teir flokkar, ið vanliga siga seg umboða okkara áhugamál, svíkja ta fakfelagsrøslu, ið teir eru sprotnir úr.
- Góðu tinglimir, velja tit, rossahandilin hjá løgmanni við Ruth Vang, ið ikki eingongd ein meiriluti í Framsókn virður, ella velja tit ta ábyrgd, ið tit hava fyri tykkara veljarum, spyrja Verkafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald