Innanlands

Havnar Handverkarafelag og LÍV hava gjørt fimm-ára sáttmála um samlagstrygging

Hon skal verða við til at tryggja limunum í fimm feløgum støðugar tryggingar komandi 5 árini

Eli Brimsvík og Jan Jakobsen skrivað undir sáttmálan

Eli Brimsvík og Jan Jakobsen skrivað undir sáttmálan

2019-12-11 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Havnar Handverkarafelag hevur vegna Havnar Handverkarafelag, Vágs Handverkarafelag, Tvøroyrar Handverkarafelag, Skála Handverkarafelag og Grafiska Yrkisfelagið frá 1. januar 2020 gjørt ein 5-ára samlagstryggingarsáttmála við LÍV.

Hesum boðaði LÍV frá í gjár. Sáttmálin ger, at 
sveinar og lærlingar, sum eru limir í hesum feløgum, fáa støðugar tryggingar komandi 5 árini.

“Vit fegnast um nýggju avtaluna, sum tryggjar limum okkara eina góða og støðuga samlagstrygging komandi árini. Eitt av okkara høvuðsendamálum er at tryggja limum okkara góð viðurskifti – eisini á tryggingarøkinum”, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Lív boðar frá, at kunnandi tilfar um ítøkiliga innihaldið í avtaluni verður tøkt ein av komandi døgunum.

“Vit á LÍV fegnast um, at feløgini hava gjørt avtalu við okkum. Góð tryggingarviðurskifti hava sera stóran týdning fyri einstøku familjuna, um sjúka ella annað rakar”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

Avtalan er galdandi frá 1. januar 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder