Mentan

Havnar Hornorkestur á ferð í Bretlandi

Í morgin skal orkestrið luttaka í stóru With Friday-kappingini í norðara parti av Bretlandi. Eisini verður tað at síggja í skrúðgongu, áðrenn tveir konsertir eru á skránni

Í ferðaliðnum hjá Havnar Hornorkestur eru 22 blásarar, ein dirigentur og níggju fjepparar. Spælast skal saman við fleiri øðrum á túrinum (Mynd: Havnar Hornorkestur)

Í ferðaliðnum hjá Havnar Hornorkestur eru 22 blásarar, ein dirigentur og níggju fjepparar. Spælast skal saman við fleiri øðrum á túrinum (Mynd: Havnar Hornorkestur)

2024-05-23 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Havnar Hornorkestur er nú á ferð í Bretlandi. Har er ymiskt á skránni hjá orkestrinum, og byrjað verður í morgin við einari stórari tónleikakapping.

With Friday er kapping í Norðuronglandi, sum hevur nógv ár á baki. Fleiri býir í Saddleworth kommununi eru vertir fyri kappingini, sum gongur fyri seg í hesum ymsu býum. Havnar Hornorkestur skrivar, at fleiri enn 100 orkestur luttaka í kappingini, har av fleiri av teimum eru heimskend.

- Um tú kennir filmin Brassed Off so er hendan kappingin væl lýst og vísur fleiri av støðunum, vit koma at spæla. 

Tað er fyrstu ferð, at Havnar Hornorkestur verður. Eisini skal man við á "Whit walk". Hetta er ein siðvenja, ið tey hava hátíðarhildið í yvir 200 ár í Norðuronglandi; serliga í Saddleworth umráðnum. 

- Morgunin byrjar við einari skrúgongu við fleiri hornorkestrum, ið fylgja tí lokalu kirkjuni til eina felags gudstænastu. Havnar Hornorkestur kemur at luttaka í bygdini Diggle, sum stuðul hjá hornorkestrinum á staðnum. Tað er burturúr hesum at kappingin Whit friday er upprunnin.  

Havnar Hornorkestur hevur eisini tvær konsertir á skránni í døgunum eftir kappingina. Har verður samstarvað við ávíkavist einum donskum og einum bretskum orkestri.

Leygarkvøldið spælir Havnar Hornorkestur í Brass Fest 14 saman við Copenhagen Brass Band, og sunnukvøldið verður farið til bygdina Delph at hava konsert saman við lokala hornorkestrinum Delph Brass band. Fleiri føroysk verk, umframt fleiri kendir marsjir sumHavnamarsjurin, verða at hoyra fleiri ferð á ensku bygdagøtunum. 

Í ferðaliðnum hjá Havnar Hornorkestur eru 22 blásarar, ein dirigentur og níggju fjepparar.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder