Mentan

Havnar Jazzfelag verður 30

Føðingardagurin verður hátíðarhildin við stórari konsert

2018-10-18 20:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Havnar Jazzfelag fyllir 30 ár og heldur í tí sambandi føðingardag í Reinsarínum við fløgu/plakat marknaði og funk-tónleiki frá Blue Coat Brass Band og spildurnýggja bólkinum Funksjón.

Havnar Jazzfelag verður hátíðarhildið við stórari konsert, har høvi verður at hoyra funk, jazz, soul og pop tónleik í ymsikum formi., tá Blue Coat Brass Band og Funksjón trína á pall.

Eisini verður skráin til Vetrarjazz 2019 avdúkað.

Blue Coat Brass Band seta New Orlans tónleikastílin saman við funk, jazz, soul og hip hop. Vit hoyra eisini føroyskar tónar og rútmur.

BCBB eru: Ólavur Olsen, Johan Hentze, Tróndur Herason Olsen, Atli Petersen, Rógvi á Rógvu, Mortan Zachariassen og Milja Matras Niclasen

Funksjón er spildurnýggjur funk/pop bólkur, sum tekur støði í traditionellum funk tónleiki, men við einum nýmótans stíli.

Funksjón eru: Anita Hansen, Katrina Olsen, Oddur Joensen, Ari Johannesen, Djóni Nolsøe Fischer, Harald Fonsdal Johannesen, Eivin Dam Simonsen, Ari Sondum Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder