Móttøka var á Havnar Træsmiðju seinnapartin fríggjadagin nú 40 ár eru liðin, síðani Havnar Træsmiðja varð sett á stovn.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu. Í røðuni vísti borgarstjórin á, at Havnar Træsmiðja byggir nýtt, men eisini heldur fast um og varveitir eitt gamalt handverk.
Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:
"Fyri 40 árum síðani byrjaðu Tóri Nattestad og Leivur Andresen, sáli, Havnar Træsmiðju.
Eg kendi væl Leiv í ungum døgum. Hann vaks upp á Tórgarði, eg vaks upp á Glaðsheyggi.
Vit gingu til skótar saman og í barnaskúlanum.
Seinni, tá vit fóru at læra, gingu vit á Tekniska skúla saman. Leivur innan timbur og eg innan maskin og bilsmið. Leivur lærdi hjá Snikkaravirkinum í Grønlandi, og eg lærdi hjá Wentzel Petersen.
Leivur hevði sínar greiðu meiningar, hann var bestemtur, men fittur, og altíð góður at heita á.
Tí er tað eisini stuttligt at vera við her í dag, nú virkið, ið Leivur legði lunnar undir, heldur 40 ára føðingardag.
At vera handverkari, tað er nakað heilt serstakt. Tí vit síggja tað aftur, sum vit hava arbeitt við.
Ein trappa er gjørd, eini hús bygd ella ein bilur gjørdur í stand. Vit síggja beinavegin úrslitið av tímunum, ið verða lagdir í arbeiðið.
Tit á Havnar Træsmiðju byggja nýtt, men tit varðveita eisini tað gamla, - eitt nú við at gera vindeygu, hurðar og annað til eldri føroysk hús.
Eg haldi meg hava sæð, at føroyingar eru byrjaðir at taka timbur meira til sín aftur, og at tað eru fleiri, ið vilja hava snikkaragjørdar loysnir heima við hús. Tað gleðir meg.
Hesi 40 árini hava tit havt eini 40 fólk í læru. Tað er ikki smávegis.
Men vit hava tørv á tykkum. Tí tit snikkarar, húsasmiðir, - ja, allir handverkarar – tit byggja land, - bókstaviliga.
Tí er tað eisini gleðiligt, at tøl hjá Yrkisdeplinum vísa, at talið av nýggjum lærusáttmálum veksur.
Nú 40 ár seinni er Tóri Nattestad framvegis her á Havnar Træsmiðju, og saman við Sigmundi Sørensen, stendur hann á odda fyri hesi heilt serstøku fyritøku.
Eg kalli hana serstaka, tí tit gera ikki bara listar, - tit gera eisini list
Tí tað krevst serligt hegni og tol at fáast við snikkaraarbeiðið. Og ofta er úrslitið sum eitt satt listaverk.
Fari at ynskja Havnar Træsmiðju hjartaliga til lukku við 40 ára føðingardegnum og blíðan byr."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald