Innanlands

Havnarlagið á Sandi verður ruddað

Bygdaráðið á Sandi hevur samykt at heimila umsitingini at syrgja fyri at havnarlagið verður hampað og ruddað

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2022-12-12 21:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnarlagið á Sandi skal ruddast og hampast.

Sands kommuna hevur á fundi einmælt samtykt, at heimila umsitingini at syrgja fyri at havnarlagið á Sandi verður hampað og ruddað.

- Í hesum sambandi fer umsitingin hjá Sands kommunu at heita á tey fólk sum eiga órudd og annað sum skemmir havnarlagið um at beina hettar burtur. Um hesi boðini ikki vera fylgd, verður órudd burturbeint av Sands kommunu. 

Bingjur sum eru í ringum standi og skemma umhvørvi, skulu beinast burtur. Bingjur sum standa á havnalagnum uttan formlig loyvi frá kommununi skulu eisini beinast burtur, ella skal eigarin syrgja fyri at fáa loyvi frá Sands kommunu.

- Havnarlagið á Sandi eigur og skal verða ein perla, sum vit sum búleikast á Sandi kunnu vísa fram fyri vitjandi við stoltleika, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder