placeholder
Innanlands

Havnaútbyggingin komin hálvan veg

Umleið helvtin av grótinum til havnaútbyggingina í Havn er sprongt, veit Kringvarpið

2018-07-17 10:19 Author image
Oda Strøm
placeholder

Eftir ætlan skal havnaútbyggingin í Havn verða liðug í november 2019, og arbeiðið gongur væl - higartil heldur tíðarætlanin og fíggjarmetingin, sigur Tóki á Steig, rakstrarleiðari fyri havnaútbyggingina, sum J&K Petersen stendur fyri, við Kringvarpið. 

Samanlagt skal øki svarandi til 13 fótbóltsvøllir spreingjast úr Glyvursnesi, og higartil er helvtin sprongt - einir 7 fótbóltsvøllir. 

Í síðstu viku var ein stór betongkista lorað niður, har endin á nýggju kaiini er. Betongkisturnar eru ein verja ímóti, at stóru skipini renna á brimgarðin, um tey reka út eftir.

Tórshavnar Havn fær 95.000 eyka fermetrar við havnaútbyggingini og 900 metrar av eyka kaikanti. Havnaøkið verður harvið 124.000 fermetrar til støddar í endanum av 2019. 

Eini 70 fólk arbeiða í løtuni við at víðka havnalagið í Havn, og 60.000 rúmmetrar av grótið verða sprongdir á Glyvursnesi hvønn dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder