Innanlands

Havnin er vinstrahall og útjaðarin borgarligur

So stórur er munurin á, hvat veljarar í høvuðsstaðnum velja í mun til tey, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin

Valstaðið í Havn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Valstaðið í Havn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-02 11:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er rættiliga stórur munur á hvat borgarar í Havn velja í mun til fólk, sum búgva uttan fyri Havnina.

Hetta vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin 31. august.

Úrslitið av kanningini sæst her: Politiska landslagið polariserast

Siga vit, at tað vóru einans borgarar í Havn ella á bygd, ið sluppu at velja, so hevði úrslitið verið markant øðrvísi.

Hyggja vit landafrøðiliga at úrslitinum, so vísir tað seg, at fólk í Havn í nógv størri mun stuðla undanfarnu samgongu, meðan fólki, ið búgva uttan fyri Havnina stuðla núverandi borgarligu samgonguflokkunum.

Sluppu havnarfólk at velja einsamøll, høvdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kunna skipa landsstýri. 56,8 prosent av veljarunum í høvuðsstaðnum seta sín kross við annan av hesum báðum flokkum. Men teir fáa einans undirtøku frá 38 prosentum av veljarunum uttan fyri Havnina.

Hinvegin sæst, at núverandi samgonguflokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin fáa undirtøku av næstan 55 prosentum av veljarunum, sum búgva uttan fyri Havnina, men bara 30,7 prosent frá veljarunum í Havn.

Serliga hjá Tjóðveldi og Framsókn, men eisini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sæst stórur munur á undirtøkuni, alt eftir bústaði.

 

 

Alt landið

Tórshavnar kommuna

Restin av Føroyum

A

23,6

15,4

28,4

B

17,1

11,0

20,5

C

28,5

30,9

27,3

D

2,8

0,1

4,4

E

16,4

25,9

10,7

F

6,3

12,3

2,6

H

5,4

4,3

6,0

 

Gevið gætur: Óvissan í hesi uppgerðini er 6,3 prosentstig. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder