Innanlands

Havnin fær 230 smábátapláss afturat

Farið verður nú undir at byggja smábátahavn í Álakeri

2020-08-19 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur í dag skrivað undir sáttmála við Tórhall Hansen um at fara undir fyrsta byggistig av nýggjari bátahavn í Álakeri.

Havnin skal eftir ætlan rúma 230 bátum. Stórur tørvur er á plássum til smábátar í Havn. Frammanundan eru 550 bátapláss í Havn og á Argjum.

Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri í ár, eru 10 milliónir krónur settar av til smábátahavnina í Álakeri.

Tá farið varð undir ætlanina stóðu um 170 á bíðilista – nú eru ikki færri enn 280 á listanum, so stórur hevur áhugin verið, skrivar Tórshavnar kommuna.

Havnin verður skipað við flótibrúgvum. Økið á landi verður víðkað við 2.000 fermetrum. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.

Kappróðarøkið verður ikki nervað av útbyggingini. Tvørturímóti fær kappróðurin betri umstøður á landi, eisini verður nýggjur dráttur gjørdur til kappróðrarbátar. Streymúttøk og vatn til bátar verða á øllum brúgvunum.

Fyrsta byggistigið er at gera brimgarðin og økið fram við sjóvarmálanum. Arbeiðið varð boðið út í innbodnari licitatión millum sjey arbeiðstakarar, og licitatiónin var hildin hin 28. apríl á Havnaskrivstovuni.

Býráðið samtykti at taka av lægsta tilboði frá Tórhalli Hansen uppá góðar 14 milliónir krónur. Mett verður, at ein tíðarætlan uppá 10 mánaðar er realistisk. Arbeiðið verður so ætlandi liðugt síðst í apríl komandi.

Útbodna arbeiðið er at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festir til bátabrúgvar.

Tað, sum síðani er eftir at gera, er at útvega sjálvar bátabrúgvarnar, tekniskar installatiónir umframt liðugtgerð av økinum á land. Í langtíðarætlanini fyri 2021 eru avsettar 15 milliónir krónur til endamálið.

Seinni parturin av verkætlanini verður boðin út seinni, sigur Bogi Andreassen, formaður í vinnunevndini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder