Mentan

Havnin verður miðdepil fyri norðurlendska palllist í tríggjar dagar

VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.-4. oktober

Við hesum festivalinum verða Føroyar ein týðandi viðleikari á norðurlendska palllistarumhvørvinum, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Við hesum festivalinum verða Føroyar ein týðandi viðleikari á norðurlendska palllistarumhvørvinum, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-09 06:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við einum nýggjum palllistarfestivali ætlar Norðurlandahúsið at savna norðurlendsk listafólk og onnur í palllistarvinnuni.

VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.-4. oktober.

Á skránni eru sera ymiskar sýningar úr Íslandi, Føroyum, Noregi/Sápmi og Svøríki, tá ið VERK – Nordic Stage Days fer av bakkastokki.

Talan verður um sjónleik, dans og annan palllist. Evnini fevna um søguligar hendingar, staðbundnar frásagnir og tabu-evni sum skiftisárini, samleikarannsakan og tað, at hoyra til, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Festivalurin verður í Norðurlandahúsinum, men sýningar verða eisini á Tjóðpallinum, í OY og á Glasi.

Endamálið við festivalinum er bæði at styrkja føroysku palllistina í norðurlendskum høpi og at geva almenninginum møguleika at uppliva norðurlendska palllist í Føroyum.

– Við hesum festivalinum verða Føroyar ein týðandi viðleikari á norðurlendska palllistarumhvørvinum, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.

“VERK – Nordic Stage Days verður ein nýggjur norðurlendskur savningarstaður, har pallistafólk kunnu uppbyggja netverk og skapa nýggj samstørv. Samstundis fáa áskoðarar stórar listaligar upplivingar í Føroyum. Vit gleða okkum.

Skráin fyri VERK – Nordic Stage Days liggur á nlh.fo. Umframt sýningarnar hevur festivalurin eina serstaka skrá fyri fólk innan palllistarvinnuna við samrøðum, netverksfundum og vitanarútbýting tvørtur um Norðurlond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder