
Nú er greitt, at Havstova Føroya skjótt fær nýggjan stjóra.
Hetta kemst av, at Eilif Gaard hevur biðið um at verða loystur úr starvinum. Talan er ikki um nakra ósemju ella annað, sigur hann við Dimmalætting, sum fyrrapartin bar tíðindini:
- Eg havi verið stjóri á Havstovuni síðan 2010, og eg eri 64 ára gamal, so eg skuldi gevast innanfyri rímiliga tíð allíkavæl.
Fyri Eilif Gaard var tað umráðandi at fáa verkætlanina við Jákup Sverra heilt uppá pláss, og tað var komin heilt upp á pláss, og tað er hon nú.
Hann varð í 2018 settur fyri fimm tey næstu árini, men fer úr starvinum nakað væl áðrenn 1. apríl 2023 - helst um ársskiftið sigur hann við dimma.fo.
Eilif Gaard, ið er doktari innan lívfrøði og hevur starvast hjá Havstovuni í 35 ár, fer at takast við gransking aftur, tá nýggjur stjóri hevur tikið við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald