
Nú er greitt, hvør skal spæla teir tríggjar høvuðsleiklutirnar í nýggju sjónvarpsrøðini um Harry Potter.
HBO hevur í dag kunngjørt, at Dominic McLaughlin spælir leiklutin sum Harry Potter, Arabella Stanton spælir Hermione Granger og Alastair Stout spælir leiklutin sum Ron Weasley.
Sambært útlendskum miðlum hava omanfyri 30.000 verið til upptøkuroynd til høvuðsleiklutirnar í stóru filmsrøðini.
Væntandi byrja upptøkurnar í summar.
Tað var í apríl, at HBO kunngjørdi aðrar leiklutir. Millum annað spælir John Lithgow leiklutin sum Dumbledore, Nick Frost spælir Hagrid, Janet McTeer spælir Minerva McGonagall og Paapa Essiedu spælir Severus Snape.
Tað eru næstan 28 ár síðani at rithøvundurin J.K Rowling kom út við fyrstu bókini "Harry Potter og vitramannasteinurin". Allar sjey bøkurnar eru umsettar til føroyskt av Gunnari Hoydal, Maluni Háberg og Bergi Rasmussen.
Teir átta filmarnir í filmsrøðini komu út frá 2001 til 2011.
Daniel Radcliffe, Rupert Grint og Emma Watson spældu tey trý Harry, Ron og Hermione í Harry Potter-filmunum (Mynd: Warner Bros.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald