Mentan

Heartist verður sýndur í Keypmannahavn

Heimildarfilmurin um Sigrun Gunnarsdóttir er á skránni leygardagin 2. mars. Hetta er í samband við stóru filmsdagarnar á Norðuratlantsbryggjuni

Sigrun Gunnarsdóttir hevur eisini eina framsýning á Norðuratlantsbryggjuni, ið byrjar leygardagin 8. jun (Mynd: eidi.fo)

Sigrun Gunnarsdóttir hevur eisini eina framsýning á Norðuratlantsbryggjuni, ið byrjar leygardagin 8. jun (Mynd: eidi.fo)

2024-02-20 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimildardarfilmurin "Heartist" hjá Marionnu Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi frá 2023 hevur vunnið frama, og føroyski heimildarfilmurin um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir verður skjótt síndur á stórum filmsdøgum í danska høvuðsstaðnum.

- Í tíðarskeiðnum 29. februar til 10. mars verður skipað fyri filmsdøgum á Norðuratlantsbryggjuni, og har verður heimildarfilmurin um Sigrun Gunnarsdóttir á skránni, leygardagin 2. mars, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu í dag.

Filmurin um eiðiskvinnuna hevur veruliga gjørt um seg seinastu tíðina, og tað er avgjørt ikki farið framvið hjá fyriskiparunum á Norðuratlantsbryggjuni:

- Eitt skapilsi klætt í purpur og ljósareyðum litbrigdum gongur í teirri øtiligu føroysku náttúruni. 72 ára gamla listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir gongur sín dagliga túr kring vatnið nær við hús hennara, ið gevur henni listarligan íblástur. Hon er altíð í gongd. Í gongd við at málað, við at hanga upp, við at spæla borðtennis við manninum. Litríka og navistiska listin hjá Sigrun er við til, at hon er millum týdningarmiklastu og best dámdu føroysku listafólkini.

(Endurgeving úr lýsing hjá Cphdox har Heartist hevði heimsfrumframførslu):

Sigrun Gunnarsdóttir hevur eisini eina framsýning á Norðuratlantsbryggjuni, ið byrjar leygardagin 8. juni.

Kelda: eidi.fo - Martin Kristoffur Kristiansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder