
Heðin Mortensen varð valdur inn í Tórshavnar býráð 8. desember 1972. Tað merkir, at 1. januar hevur Heðin Mortensen sitið sum býráðslimur í 50 ár.
- Hetta er føroyskt met. Heðin Mortensen situr nú fjórða valskeið sum borgarstjóri. Tað er eisini met.
Hetta staðfestir Tórshavnar kommuna í skrivi á heimasíðu sínari, har tað eisini verður staðfest, at um borgarstjórin situr hetta skeiðið út, so hevur hann, tá næsta skeiðið byrjar 1. Januar 2025, sitið í Tórshavnar býráð í tilsamans 52 ár.
Harvið kann Heðin Mortensen um tvey ár taka metið sum longst sitandi býráðslimur nakrantíð í ríkisfelagsskapinum.
Tórshavnar kommuna boðar eisini frá, at tað eru fyrireikingar gjørdar fyri at heiðra, at nú 76-ára gamli borgarstjórin skjótt hevur sitið í býráðnum í landsins størstu kommunu í hálva øld.
- Tá býráðsfundurin í gjárkvøldið endaði, kom varaborgarstjórin, sum eisini er formaður í mentanarnevndini, við eini fráboðan, sum eingin visti um. Annfinn Brekkstein boðaði frá, at í sambandi við 50 ára dagin, verður skipað fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi 3. februar 2023, og tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald