2020-11-11 00:40

Umboð fyri Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn sita í nátt í samráðingum um nýggja býráðssamgongu í Havn.
Samráðingarnar fara fram hølinum hjá tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum á Gamla Apoteki á Vaglinum í Havn.
Alt bendir á, at semja er um at skipa samgongu, og at samgonguskjalið og skipanin av nýggju býráðssamgonguni kann kunngerast í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald