2020-11-11 23:32

Fínteljingin hjá valnevndini í Tórshavnar kommunu hevði onga ávirkan á úrslitið millum flokkarnar og millum valevnini.
Býráðið er kallað inn til býráðsfund í morgin, har val av borgarstjóra og til nevndarsessir er á skránni.
Javnaðarflokkurin við Heðini Mortensen á odda hevur skipað samgongu við einsamalla býráðslimin hjá Sambandsflokkin, Annfinn Brekkstein. Greitt er, at Heðin Mortensen aftur verður borgarstjóri í landsins størstu kommunu.
Nýggja býráðið tekur kortini ikki við fyrr enn á nýggjárinum.
Býráðsfundurin er settur at byrja klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald