Í hesum døgum verður eitt sokallað Synthposium hildið í Moskva, har Heðin Ziska Davidsen er við. Hann er boðin at hava eina framførslu og eina framløgu. Bæði snúgva seg um ’støj’ og ’signal’ og móti millum tey.
Synthposiumið er ein ráðstevna við framførslum, framløgum og framsýningum har dentur er á ljóðgerð; ymsir mátar at tilevna ljóð á, serliga syntetisk ljoð.
Listafólk úr øllum heiminum savnast at hava framførslur og framløgur um sína list og hvussu tey gera og nýta ljóð. Eisini eru fyritøkur, ið framleiga ymiska útgerð, ið verður nýtt til framførslur og sýna fram.
Innan elektroniskan tónleik og ljóðlist hevur modular synthesizarin gjørt seg meir og meiri galdandi tey seinastu árini, hóast hann ikki er so nógv at síggja í Føroyum enn. Tað er millum annað á hesum ljóðførinum, at Heðin fer at framføra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald