Leygarkvøldið 15. november kl. 21 verður eitt serligt tiltak í Irish Pub í Havn, har Tey av Kamarinum verða heiðrað.
Tiltakið verður fyriskipað av Hugmynd Undirhald, ið er ein fyritøka, ið hevur til endamáls at skapa fólksligt undirhald fyri fólk, sum eru 50 ár og eldri.
- Vit hava leingi hugsað, at tað manglar eitt stað og tiltøk til tey, sum eru eitt sindur tilkomin. Vit halda, at nógv í hesum aldursbólkinum kenna seg eitt sindur heimleys, tá talan er um at fara út og hugna sær eitt kvøld í býnum, og samstundis fáa eitt sindur av mentan í viðførið. Okkara fyrsta tiltak er ætlað sum eitt hugnaligt og serligt kvøld við livandi guitartónleiki, hugleiðingum og góðum stemningi, sigur Eir í Ólavstovu, sum stendur fyri Hugmynd Undirhald.
Hetta kvøldið kunnu øll syngja við til løgini, sum Tey av Kamarinum gjøgnum nøkur ættarlið spældu fyri okkum, og sum nú eru fólksins ogn og partur av okkara samleika.
Tónleikarar hetta kvøldið verða á guitara Jan Grønalíð og Terji Krossteig, og tey, sum syngja fyri, eru Theresa Abrahamsen og Sæbjørn Johannesen.
Um onkur hevur hug at framføra ein sang hjá Teimum av Kamarinum hetta kvøldið, so er tað eisini møguligt! Longu nú er tað okkurt listafólk, sum hevur boðið seg fram at framføra eitt lag hjá bólkinum. Inn í millum sangirnar verður hugleitt um Tey av Kamarinum – um hvussu tað byrjaði, hvussu teir ymisku sangirnir vórðu til, og nógvar stuttligar og hugfarsligar søgur verða sagdar av tveimum, sum enn eru á lívi av Teimum av Kamarinum. Gittarsnillingurin Ólavur Jacobsen, sum er ein av eftirkomarunum hjá Teimum av Kamarinum, fer eisini at hugleiða og greiða frá lív og virki hjá bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald