Innanlands

Heiðraðar fyri trúgva tænastu hjá barna- og ungdómstannróktini í Havn

Karla Dahl, Alma Hansen, og Ann-Brit Midjord hava arbeitt tilsamans 110 ár hjá barna- og ungdómstannrøktini

Ann-Britt Midjord, Karla Dahl, og Alma Hansen

Ann-Britt Midjord, Karla Dahl, og Alma Hansen

2025-09-13 12:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin vórðu trý starvsfólk heiðraði fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barna- og ungdómstannrøktini í Havn.

Hesi vóru Karla Dahl og Alma Hansen, sum báðar høvdu 40 ára starvsdag fyrr í ár, og Ann-Britt Midjord, sum hevði 30 ára starvsdag hósdagin 11. september.

Unn Jakobsen, leiðari á barna- og ungdómstannrøktini, og Elsa Berg, borgarstjóri, søgdu nøkur orð, og síðani fingu tær tríggjar handaðar gávukurv og gull- og silvurheiðurstekin frá kommununi fyri ávikavist 40 og 30 ára starvsdagar, umframt blómutyssir frá barna- og ungdómstannrøktini.

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder