Mentan

Heiðrikur á Heygum listprýtt hádeildina í Sankta Frans skúla

Listin hevur sín íblástur í søgnini um, tá Guttormur í Múla og Barbara við Kvíggjá kappaðust í gandi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-06-11 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var hátíðarhald í Sankta Frans skúla í sambandi við, at listaverkini í nýggja hádeildinu nú eru liðug.

Tað er Heiðrikur á Heygum, sum hevur listprýtt nýggju hádeildina í Sankta Frans skúla, og fríggjadagin greiddi hann frá listini, sum hevur sín íblástur í søgnini um, tá Guttormur í Múla og Barbara við Kvíggjá kappaðust í gandi.

– Listprýðing er ein týðandi partur av størri byggiverkætlanum í kommununi, og síðan 2008 hevur hálvt annað prosent av samlaða byggikostnaðinum verið sett av til listprýðing, skrivar Tórshavnar kommuna.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder