Leygarkvøldið helt Havnar Jazzfelag 44-ára føðingardag, og í tí sambandi bleiv skráin til Vetrarjazz 2020 avdúkað. Sum altíð er skráin sera fjølbroytt við konsertum til allar áhuga- og aldursbólkar.
Festivalurin byrjar sunnudagin 26. januar, við eini konsert har royndar stjørnur hitta ungar spírar. Musikkskúlamiðnám hevur luttikið á Vetrarjazz í fleiri ár nú við ymsum spennandi verkætlanum, og 2020 er onki undantak. Tey fara á pall í Auluni í Finsen sum fyrsti bólkur á øllum festivalinum. Eftir tey spælir bretskt/norski bólkurin Elt, sum telur m.a. tveir av allarfremstu jazztónleikarunum í Bretlandi: Saxofonistin Tom Challenger og Mercury-tilnevnda pianistin Kit Downes.
Føroyska høvuðsnavnið í ár er sjálvsagt legendariski, fløguaktuelli bólkurin Plúmm, sum fer at bjóða eitt brak av eini konsert í stóru høllini í Norðurlandahúsinum. Vit sleppa at hoyra løgini av Catch, sum nýggja útgávan eitur, umframt fleiri av vælkendu hittunum hjá bólkinum.
Sermerkt fyri festivalin í ár er møguliga nógvu norsku tónleikararnir, ið vitja. Hetta stendst uttan iva av, at fleiri føroyskir tónleikarar hava sína yrkisleið í Noregi, og hava verið við til at spreiða vitanina um Føroya einasta jazz festival. Nevnast kunnu m.a. M.D.R.N. við Føroyska Jósefi Zachariassen, sum spæla hip-hop jazz, heimsviðurkendu Kjetil Mulelid Trio og Gunnar Halle/Espen Eriksen, sum spæla jazz-tulkingar av fólkatónum og sálmum.
Eisini vitja tónleikarar úr Danmark, Svøríki, Russlandi, Grønlandi og Estlandi. Síðstnevnda er sangarinnan Laura Põldvere, sum lættliga ferðast frá poppi til free jazz og sigst vera mest spælda sangarinna í Estiskum útvarpi. Hon umboðaði eisini Estland í Eurovision Song Contest í 2017, men á Vetrarjazz bjóðar hon uppá nakað heilt annað. Spurd hvørjum lokalum tónleikarum, hon vildi spæla saman við, svaraði hon “The crazier the better”.
Føroyska umboðanin er eisini umfatandi við bæði kendum og nýggjari bólkum. Vit hoyra m.a. spildurnýggja bólkin KABO við Katrini á Borg á odda, Una Debess & the Tomcats, Yggdrasil og Yggdrasil Jr og mangt annað.
Vetrarjazz 2020 endar við stórfingnari konsert við Tórshavnar Big Bandi, har eitt úrval av sangunum, sum komu inn til sangkappingina, sum varð útskrivað fyrr í ár, verða framførdir, og vinnararnir verða kunngjørdir.
23 konsertir eru á skránni á festivalinum á 10 ymsum konsertstøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Auluni í Finsen, Havnar Kirkju, Sirkus, Hvonn, Mikkeller, SMS, Blábar og Kringvarpi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald