Innanlands

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Hýggj í tortillas

"Rema1000 - Tex Mex Fuldkorns Tortilla" eru ikki egnaðar til matna

2023-09-03 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rema Distribution Danmark A/S afturkallar "Rema1000 - Tex Mex Fuldkorns Tortilla", sum eisini eru seldar í føroyskum handlum.

Orsøkin er, at hýggj er funnið í vørunum, og tí eru tær ikki egnaðar til matna.

Ráðini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er, at borgarar lata vørurnar inn aftur, haðani tær eru keyptar, ella beina tær burtur.

Vøran, sum verður afturkallað:
Rema1000 Tex Mex Fuldkorns Tortilla
Nettovekt: 370 g
Best fyri: 03.01.2024
EAN-strikukota 5 705830 013231

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder