2,3 milliónir vóru í seinasta mánaði játtaðar við fíggjarnevndarskjali til smittufyribyrjandi tiltøk, harav skuldi 1,7 millión nýtast til gisting og vistarhald - til at hava fólk í sóttarhaldi.
Kringvarpið hevur gjøgnumgingið tað, ið Heilusmálaráðið hevur nýtt av hesari játtanini. Rokningarnar eru ikki avgreiddar, og tí skal tað takast við fyrivarni - talan er um eina leysliga gjøgnumgongd av skjølunum.
Áleið 700.000 krónur eru nýttar til at hýsa fólki á Hotel Vágum, ið var tað fyrsta staðið, har fólk sum ikki vóru heima í sóttarhaldið, hildu til. Gistingarhúsið hevur verið nýtt seinastu tíðina, eins og Rúnarlon, sum liggur við Hotel Føroyar í Havn. Til at leiga Rúnarlon eru nýttar smáar 400.000 krónur, skrivar Kringvarpið.
200.000 krónur eru brúktar til at leiga Hotel Øravík í Suðri síðani 13 mars. Eingin hevur tó verið í sóttarhaldið har hesar seinastu vikurnar. Hetta hongur helst saman við, at eingin koronatilburður er staðfestur í Suðuroynni, og at valt er, at ikki flyta smittað ella onnur ið skulu í sóttarhald til Øravíkar. Leigumálið har er nú eisini støgðað.
Tilsamans er áleið 1,3 millión av 1,7 millión nýtt til at hava ymisk tilboð um sóttarhald til reiðar. Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt, at almenna tilboðið um sóttarhald stendur við, so leingi tørvur er á tí.
Hinar 600.000 krónurnar av játtanini verða nýttar til organisering, serfrøði, flutning og annað, skrivar kvf.fo, ið eisini skrivar, at andstýrismaðurin í helsumálum ásannar, at tilbúgvingin í samband við korona kemur at kosta fleiri milliónir krónur.
Hjálparpakki 2 verður kunngjørdur klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald