Innanlands

Heilsustarvsfólk skulu sleppa undan at fremja fosturtøku

Hetta um tað gongur ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá viðkomandi at viðvirka. Hetta skal eitt nýtt stykki í uppskotinum, ið verður viðgjørt seinni í dag, tryggjað

Eftir áheitan kunnu heilsustarvsfólk sleppa undan, og sjúklingurin skal verða vístur til annað løggilt heilsustarvsfólk. Hetta strendur í broytingaruppskotinum/nýggja stykkinum

Eftir áheitan kunnu heilsustarvsfólk sleppa undan, og sjúklingurin skal verða vístur til annað løggilt heilsustarvsfólk. Hetta strendur í broytingaruppskotinum/nýggja stykkinum

2024-05-15 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Stk. 2.Stríðir tað ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá einum løggildum heilsustarvsfólki, ið starvast á sjúkrahúsi, at fremja ella viðvirka til fosturtøku, skal viðkomandi eftir áheitan sleppa undan hesum, og sjúklingurin skal verða vístur til annað løggilt heilsustarvsfólk. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum eru undir útbúgving til nevndu størv.

- Stk. 3.Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi, um talan er um átrokandi neyðuga læknahjálp, sbr. § 42 í anordning for Færøerne om ikrafttræden af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed.

Síðani fyrstu viðgerð 22. mars eru hesi stykkini komin upp í uppskoti til løgtingslóg um fosturtøku. Talan er um eitt uppskot hjá landsstýrismanninum í lógarmálum Bjarna Kárason Petersen.

Tað hevur ligið í Rættarnevndini seinastu vikurnar. Har er, ikki óvæntað, ósemja um málið. Hervør Pálsdóttir, Kristianna Winther Poulsen og Kim Durhuus eru øll samgongulimir. Tey mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið - við omanfyrinevnda broytingaruppskoti.

[object Object]
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í Rættarnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein av størstu atfinningunum í samband við fyrstu viðgerð var, at heilsustarvsfólk ikki kunnu velja. Soleiðis er millum annað í Danmark. Nú er hendan ásetingin við. Hon er grundað á eina hugsan um, at krav um eina ávísa viðgerð ella tænastu í sjúkrahúsverkinum eigur ikki at hava við sær, at starvsfólk eru noydd at fremja ella viðvirka til gerðir, sum ganga ímóti teirra etisku ella átrúnaðarligu fatan. 

Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdótturog Steffan Klein Poulsen - úr ávíkavist Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum - ganga ikki inn fyri uppskotinum. Hesin minnilutin hevur eina longri frágreiðing um hví. Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana hava eisini eitt annað uppskot - um at verja ófødda barnið

Henrik Old tekur ikki undir við málinum. Í álitinum verða hansara sjónarmið ikki útgreinað.

Munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólk eru framvegis á skránni, og framvegis er nógv á skránni áðrenn 2. viðgerð í málinum um forsturtøku. Hetta hevur tó verið eitt sindur á breddanum í orðaskiftinum higartil. Tað verða helst nakrir tímar, til viðgerðin byrjar.

Álitið frá Rættarnevndini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder