
Heimafriður heiðrar rættvísan og ábyrgdarfullan framferðarhátt, sum eru framstig á leiðini til at tryggja borgarum heimafrið. Í hesum sambandi handaði, forkvinnan, Trina Eysturoy, leygardagin, eitt væl uppiborið heiðursbræv til varaborgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Signhild Vilhemsdóttir Johannesen.
Borgarar í Ánunum hava í fleiri ár kært sína neyð um larmandi skip við bryggju í Norðhavnini. Í summar var serliga ringt við áhaldandi larmi og fleiri vórðu noydd at rýma av húsinum.
Eitt skifti í summar sat varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, í borgarstjórasessinum. Hon tók klagurnar í álvara, tók eina ábyrgdarfulla avgerð og sendi boð eftir Steingrund Akustikk fyri at kunnu skjalprógva, hvussu nógvan gang skipini í veruleikanum eru atvoldin til.
Frágreiðingin, sum Steingrund Akustikk, hevur gjørt, útfrá kanningarúrslitunum í Ánunum í summar, tala fyri seg. Kanningarúrslitini skjalprógva, at gangurin, sum borgarar í Ánunum verða útsett fyri, er langt omanfyri loyvda hámarksvirðið í einum búðstaðarøki.
Steingrund Akustikk skrivar soleiðis í síni niðurstøðu:
”Mátaða óljóðið er meir enn 17 dB omanfyri hámarkið, sum er heilt ræðuliga nógv.”
Frágreiðingin er ikki einans eitt skjalprógv um, at gangurin er ov nógvur, men ein viðurkenning til teir borgarar, sum javnan verða skírdir at vera grenj.
Við bíleggingini av ljóðkanningin, fyri at skjalprógva umstøðurnar, sum íbúgvarnir í Ánunum liva undir, vísti Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, varaborgarstjóri, at hon setir trivnaðin hjá borgararunum fremst og hevur vilja til at loysa trupulleikan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald